Nýggj tilmæli viðvíkjandi dagstovnaøkinum frá mánadegnum 7 september.
04. september 2020
Nú tamarhald tykist verða á Koronu smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini á dagstovnaøkinum aftur normaliserað.
Seinastu tíðina hevur eingin smittubreiðsla verða innanlands í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Kommunufelagið ráðført seg við Koronaráðgevingina.
Er støðan áhaldandi góð, tá ið hendan vikan er farin, metir Koronaráðgevingin, at tað er ráðiligt at:
Børnini kunna spæla saman uttan avmarkingar á dagstovnum í kommununum
Starvsfólkini kunna flyta ímillum stovur uttan avmarkingar.
Samstundis verður mint á at halda seg til almennu tilmælini um reinføri. Børn og vaksin vaska hendur, tá tey koma á stovnin og annars eftir tørvi. Eisini eigur hondspritt at verða tøkt at brúka ígjøgnum dagin.
Eisini er neyðugt, at dagstovnurin verður vaskaður væl og javnan.
Kommunufelagið