Kommunufelagið

Nýgg 5-ára avtala um Sprotan

16. august 2023

Atgongdin til orðabøkurnar á sprotin.fo varð framtíðartryggjað 11. august, tá ið landsstýrið, Kommunufelagið og Sprotin undirritaðu nýggja avtalu.
Her gjørdu landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, og formansskapurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, avtalu um at leingja og víðka um verandi sáttmála millum partarnar um veiting av nógv brúktu talgildu netorðabókum Sprotans.
- Sáttmálin er til gleði og gagns fyri alla ta føroysku tjóðina. Orðabøkurnar verða brúktar dagliga av flestu føroyingum. Tær eru ein týðandi táttur í menningini og varðveitingini av føroyska málinum, eins og tær fáa føroyska málið at røkka langt út í heim, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Sprotin fór undir orðabókagerð fyrst í nítiárunum, og í 2015 varð avtala fyrstu ferð gjørd við landsstýrið og Kommunufelagið, sum gav øllum fría atgongd til alt orðabókatilfarið á alnótini.
- Høgliga atgongdin til orðabøkur í Føroyum er kanska eitt eindømi í heimshøpi. Slíkt hendir ikki av tilvild, og tað er av alstórum týdning framhaldandi at stuðla undir hesa skipan. Og hesum ynskja kommunurnar framhaldandi at vera partur av, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Sáttmálin verður longdur við fimm árum, og fer umframt verandi orðabókavirksemi á alnótini at fullfíggja arbeiðið við japanskari, portugisiskari og grønlendskari orðabók. Seinni fara hesar orðabøkur í gerð: Føroyskt – franskt; italskt – føroyskt; svenskt – føroyskt og føroyskt - svenskt
 
Mynd: ammr.fo

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo