Nú verður meira ferð sett á samfelagið
01. mai 2020
Fleiri fólk kunnu savnast
Frá 4. mai kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast saman. Frástøðan upp á tveir metrar verður varðveitt.
Ferðafólk til Føroyar
Heitt verður á ferðafólk um ikki at koma til Føroyar – í fyrsta lagi til tann 30.juni. Mælt verður framhaldandi til, at ferðandi til Føroya fara í sóttarhald í 14 dagar. Samstundis verða mannagongdirnar herdar við enn neyvari uppfylging og áminning um, at fólk skulu halda tilmælið um sóttarhald. Um tað gerst neyðugt, so fer Landsstýrið at útvega sær heimild at seta reglur um tvungið sóttarhald í verk.
Fyritøkur við nærsambandi til kundan
Fyritøkur, sum eitt nú frisørar, tannlæknar, fysio- og ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.tíl. kunnu fara undir virksemi á skipaðan hátt hin 4. mai.
Matstovur, kaféir, dansi – og skeinkistøð
Hesi støð kunnu hava opið undir skipaðum viðurskiftum. Hildið verður fast um tilmælið um, at hesi støð steingja kl. 22:00.
Fólkaskúlaøkið
Landsstýrið ætlar at gera hesar broytingar:
4. flokkur byrjar aftur í skúlanum 4. mai
5. flokkur byrjar aftur í skúlanum 11. mai
9. flokkur byrjar aftur 18. mai
Næmingar, ið hava ilt við at fylgja fjarundirvísing
Stig verða tikin soleiðis, at næmingar við serligum tørvi, og sum tí hava ilt við at fylgja undirvísingini, fáa nakað av undirvísing í skúlanum.
Hægri útbúgving, vinnu- og miðnámsskúlar
Skúlagongdin fyri 1. og 2. árs næmingar í breytaskipanini á miðnámi verður tikin uppaftur frá 18. mai til
5. juni, og at serbreytirnar byrja undirvísing aftur sum vanligt 11. mai.
Søvn og mentanarstovnar
Søvn sum Tjóðsavnið, Listasavnið og bókasøvn kunnu lata upp aftur tann 4.mai undir skipaðum viðurskiftum.
Kirkjur og samkomur
Nú mesta talið av fólkið saman er økt, kunnu kirkjur og samkomur fara undir virksemi sítt á skipaðan hátt við støði í heilsufakligu tilmælunum um reinføri og frástøðu.
Festivalar, summarstevnur og størri mentanartiltøk
Eingir festivalar ella størri mentanartiltøk verða hildin áðrenn 30 juni, og er ætlanin at eftirmeta støðuna og koma við nýggjari útmelding seinni í mai.
Almenni arbeiðsmarknaðurin
Almenn starvsfólk eru á arbeiðsplássunum í størst møguligan mun, men um serliga umstøður tala fyri tí, kunnu tey arbeiða heima.
Bygdaleiðir
Frá í morgin koyra bussarnir hjá SSL á øllum leiðum, tó við skerdari ferðaætlan. Dentur verður lagdur á at fólk skulu koma til og frá arbeiði á morgni og seint seinrapart. Frá 8. mai koyra allir bussar allar túrar í ferðaætlanini. Talið av ferðandi verður framvegis avmarkað og eftir tilkalling.
Oyggjaleiðir
Ferjurnar sigla nú við skerdari ferðaætlan. Í morgin byrjar Mykines siglingin. Frá 8. mai fara allar ferjur at sigla sum vanligt, tó framhaldandi við ávísum avmarkingum fyri ferðafólk.”
Almannaverkið
Almannaverkið hevur síðani 20. apríl varliga linkað smittuverjandi tiltøkini í teirra tænastum. Átøkini verða endurmett fyrst í komandi viku, tá støða verður tikin til, hvussu vendast skal aftur til gerandisdagin.
Dagstovnaøkið
Nú meira ferð verður sett á samfelagið, eru kommunurnar saman við koronaráðgevingini farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn.
Eldraøkið
Eldraøkið verður latið upp stigvíst, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag. Hetta fer at betra um trivnaðin og lívsgóðsku hjá teimum eldru. Leiðslurnar eru í holt við at fyrireika hetta í samstarvi við koronaráðgevingina, so at tað verður trygt fyri bæði búfólk og starvsfólk.
Ítróttur
Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9.mai undir skipaðum umstøðum. Hildið verður fast í, at tað er uttan áskoðarar.