Kommunufelagið

Næstformaðurin fekk takkarkvøðu

27. januar 2016

Fríggjadagin 22. januar var móttøka í nýggju og stásiligu hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C. Effersøesgøtu 26.  Felagið nýtti tá eisini  høvið til at takka fráfarandi næstformanninum  Magnusi Rasmussen fyri hansara arbeiði seinastu  tvey árini.

Eftir at hann varð valdur í Løgtingið, valdi Magnus Rasmussen at leggja borgarstjórastarvið í Runavík frá sær, og harvið eisini at siga frá sær sessin sum næstformaður í Kommunufelagnum.

Í sambandi við móttøkuna í nýggju hølunum, takkaði Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, Magnusi fyri samstarvið seinastu tvey árini. Magnus varð lýstur sum ein seriøsur, semjusøkjandi og álitisvekjandi politikari, sum altíð vildi loysnir heldur enn samanbrestir.

Magnus Rasmussen hevur verið sera avhildin, bæði sum politiskur samstarvsfelagi og millum starvsfólkið í Kommunufelagnum.

Kommunufelagið ynskir Magnusi blíðan byr í arbeiði sínum á Løgtingi. Nýggi borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, hevur tikið sæti í stýrinum fyri Magnus.

Nýggjur næstformaður í felagnum verður valdur á komandi stýrisfundi.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo