Kommunufelagið

Kommunurnar fylkjast um felagið

18. apríl 2016

Fríggjadagin 15. apríl møttust eini hálvtannað hundrað fólk úr kommununum kring landið á aðalfundi á Hotel Hafnia. Á fundinum varð árið í fjør var gjørt upp, eins og hugt var frameftir.

Í síni formansfrágreiðing nam formaðurin, Heðin Mortensen, við nøkur av teimum málum, sum fyltu nógv í fjør.


Eldraøkið krevur sítt

Yvirtøkan av eldraøkinum mundi vera tað málið, sum kravdi mest av Kommunufelagnum seinasta árið, bæði fyrisitingarliga og politiskt. Eftir drúgvar fyrireikingar, har útleggingin millum annað varð útsett eitt ár, gjørdist økið kommunalt 1. januar 2015.

- Tað eru helst ymiskar meiningar um, hvussu útleggingin av eldraøkinum higartil hevur hepnast. Flest øll eru tó á einum máli um, at tænastustøðið í hvussu so er ikki er blivið verri, síðani kommunurnar yvirtóku økið, men stórvegis broytingar eru heldur ikki framdar. Tað tekur tíð at gera munandi batar á økinum, og hesir fara at gerast sjónligari, sum tíðin gongur - eingin ivi er um tað.

- Avbjóðingin er stór. Eldraøkið er eitt stórt og fjølbroytt øki, sum hevur verið merkt av stórum skipanarligum trupulleikum seinastu árini. Tilboðini til tey eldru hava í ov lítlan mun verið samanhangandi. Vantandi tænasta til heimabúgvandi eldri hevur havt við sær, at røktarheimstørvurin hevur verið ovurhonds stórur, vísti Heðin Mortensen á.


Fíggingarleisturin

Fíggingin av eldraøkinum hevur elvt til nógv kjak. Sambært fíggingarleistinum fáa kommunurnar slakar 300 mió. kr. í ár frá forskatting av pensjónum, og góðar 100 mió. kr. endurrindaðar fyri ymiskar frádráttir. Forskattingin av pensjónum, sum sostatt er ¾ av samlaðu upphæddini, verður latin kommununum í mun til talið á borgarum, sum eru 67 ár og eldri. Tað, sum kommunurnar fáa endurrindað fyri ymiskar frádráttir, verður hinvegin rindað kommununum í mun til, hvar borgarin, sum hevur rætt til frádrátt, býr. Serliga hesin seinni parturin av fíggingini hevur skapt órógv.


Kommunubygnaðurin

Formaðurin kom eisini inn á kommunubygnaðin. Her kunnu vit staðfesta, at vit framhaldandi hava 30 kommunur í Føroyum, og bert ein kommunusamanlegging er fráboðað eftir kommunuvalið í heyst – tað er tá ið Klaksvíkar- og Húsar kommunur leggja saman á nýggjárum. Hinvegin hava vit fingið 7 samstarvsøki umframt Tórshavnar kommuna, sum taka sær av málsøkjunum eldrarøkt og barnavernd. Hetta merkir í veruleikanum, at uppgávur fyri hundraðtals milliónir í stóran mun liggja í fyrisitingarligum eindum uttanfyri kommunurnar.

- Vit kunna við røttum siga, at vit eru í ferð við at byggja upp nýggjar fyrisitingarligar eindir, sum bygnaðarliga liggja ímillum land og kommunur, peikaði Heðin Mortensen á. - Hetta var annars ikki ætlanin, tá fyrireikingarnar at leggja eldraøkið til kommunurnar byrjaðu. Kanska er stundin tí komin til sjálvrannsakan, har vit spyrja okkum sjálvi, um hetta er rætta gongdin. Kanska stundin er komin til at umrøða ein sjálvbodnan kommunureform?  Ella eina skipan, har nakrar kommunur fyrisita tey fíggjarliga og fyrisitingarliga tungu málsøkini, meðan aðrar keypa sær tænastur?

Øll ársfrágreiðingin fyri 2015 er at finna her.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo