Kommunufelagið

Kommunufelagið finst at Fíggjarmálaráðnum

21. februar 2017

Í skrivi til Fíggjarmálaráðið fríggjadagin 17. februar finst Kommunufelagið harðliga at arbeiðslagnum í ráðnum.

Fíggjarmálaráðið sendi 16. januar 2017 rundskriv til allar kommunur í Føroyum, ið snýr seg um  tíðaravmarking fyri lønir í roknskapinum hjá kommunum og kommunalum samstørvum.

Kommunufelagið ger Fíggjarmálaráðið vart við, at rundskriv fyrst og fremst eru ætlað at skriva út reglur til undirskipaðar myndugleikar. Kommunurnar eru ikki undirskipaðar Fíggjarmálaráðnum.

Í øðrum lagi hevur rundskrivið virknað afturvirkandi, fyri roknskaparárið 2016.

Í triðja lagi eru kommunurnar hvørki kunnaðar ella hava havt rundskrivið til hoyringar frammanundan. Kommunufelagið fer ikki at góðtaka, at Fíggjarmálaráðið við rundskrivum, sum hava afturvirkandi virknað og sum enntá ikki hava verið til hoyringar, ætlar at gera kommunala sjálvræðið til einkis.

 Lesið brævið her:

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo