Kommunufelagið

KIMO fyllir 25 ár

10. februar 2016

Felagsskapurin KIMO hevur í 25 ár arbeitt við at verja, varðveita og bøta um havumhvørvið í Norðurevropa.

KIMO, ið er stytting fyri Kommunenes Internasjonale Miljøorganisasjon, byrjaði við fýra limakommunum. Í dag er limatalið vaksið til 70 kommunur í  Belgiu, Danmark, Føroyum, Týsklandi,  Niðurlondum, Svøríki og í Stóra Bretlandi. Hesi 25 árini er KIMO vorðin ein slóðbrótandi felagsskapur á umhvørvisøkinum, sum ger sítt til at avmarka dálkingina á sjónum her um leiðir.

Millum úrslitini hjá KIMO kunnu vit nevna:

• Fyrstu kanningarnar, sum skjalprógvaðu oyðileggjandi  ávirkanina, sum burturkast úr plasti hevur á náttúruna, serliga smápetti úr plasti, sum djórini fáa í seg

• Strongdi á IMO, at taka upp dálkingina, ið stendst av paraffini

• Hevur ment tiltakið Fishing for Litter, har skipini taka burturkast við sær í havn, heldur enn at tveita á sjógv. Hetta fær í dag undirtøku víða hvar

• Hevur kannað samfelagsligu og fíggjarligu avleiðingarnar av tí burturkasti, sum fer á sjógv

• Samskipaði átakið Save the North Sea

• Hevur virkað fyri eini altjóða skráseting av stóru nøgdunum av vápnum og lóðri, ið varð søkt í havið eftir Seinna Heimsbardaga

IMO er sera virkið í sínum royndum at avmarka burturkastið, ið fer á sjógv. Hetta verður gjørt við at taka lut í altjóða felagsskapum og við at geva sítt íkast til avgerðirnar, ið verða tiknar á felags stigi innan ES, men eisini tær, sum einstøku londini taka.

Kommunufelagið hevur í longri tíð verið limur í KIMO, og hevur Fishing for LItter fingið góða undirtøku millum fiskimenn. Eisini hava kanningar í føroyskum høpi víst á vaksandi trupulleikan av elalítlu plastpettunum, sum hótta fisk, fugl og djór, og sum ger greitt, at nakað má gerast við hetta.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo