Fólkaræðið í blóma
28. apríl 2017
Kommunuvalið í november 2016 vísti okkum, at lokala fólkaræðið í Føroyum hevur tað gott. Valluttøkan var í meðal sløk 84%, sum er met í norðurlendskum samanhangi.
Vit kunna somuleiðis staðfesta, at valluttøkan var vaksandi frá 2012 til 2016 í 26 av teimum 29 kommununum í Føroyum. Hetta er ein gongd, ið vit sum samfelag kunna verða errin um. Flestu av okkara grannalondum hava í nógv ár stríðst við júst øvutu gongdina, har áhugin fyri lokalum valum er minkandi.
Hetta merkir, at borgarin í Føroyum hevur áhuga fyri lokalum viðurskiftum. Og hetta ber ikki minst boð um, at borgarar kenna seg at hava veruliga ávirkan á politikkin í lokalsamfelagnum.
Lokala fólkaræðið í Føroyum blómar, staðfesti formaðurin í Kommunufelagnum, Dennis Holm, í formansfrágreiðing sínari seinasta fríggjadag.
|