Eitt bakbit av teimum grovu
14. august 2020
Hægsti heilsumyndugleiki í landinum, landsstýrismaðurin í heilsumálum, trínur nú fram á pall og spyr, retoriskt spottandi:
“Veit nakar hvør hevur funnið uppá at avvarðandi ikki skulu sleppa at vitja síni gomlu á ellis og røktarheimum. Er tað ikki ein mannarættur at fáa vitjan, sjálvt fangar á deyðsgongini í USA fáa vitjan....
Ikki sømir tað seg einum heilsumálaráðharra, soleiðis at vaska sær hendurnar og leita eftir syndabukkum. Hann man, sum tann einasti, ikki hava skilt klóku, savnandi orðini hjá Føroya Biskupi um at taka ábyrgd, heldur enn at leita eftir syndabukkum.
Politisk leiðsla ger mun
Tað er hugstoytt at uppliva, at ein av fólksins kosnu, sum hevur fingið bæði heimildir og ábyrgd frá fólkaræðisligu skipanini, velur at taka á seg leiklutin og rópa og peika eftir øðrum, heldur enn at vísa seg sum ein politikara, og brúka teir møguleikar og tær heimildir, sum honum eru litin upp í hendi.
Eldraøkini taka ábyrgd
Avgerðina at steingja røktarheimini fyri vitjandi hava tey 8 eldraøkini tikið í fullari semju við heilsufakligu ráðgevingina í landinum, m.a. Koronuráðgevingina og Farsóttarnevndina.
Avgerðin er tikin fyri at verja okkara eldru ímóti koronusmittuni, sum uttanlands hevur víst seg at hava so vanlukkuligar avleiðingar, kemur hon inn á heimini.
Saman við okkara dugnalig starvsfólkum, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði undir allari koronutilgongdini, og sum harafturat av sínum eintingum hava víst størsta varsemi í gerandisdegnum og ofrað nógv í privatlívinum, hevur higartil eydnast okkum at halda smittuni burtur frá heimunum.
Heldur enn at speireka tey, sum hava tikið ábyrgd, eiga vit at vera errin av hesi støðu. Nógv, bæði nøkur syndarlig og onnur beinleiðis ræðandi, dømi eru úti úr heimi, har tamarhald ikki hevur verið á støðuni á ellis- og røktarheimunum, og fleiri av okkara grannalondum øvunda okkum higartil góðu støðuna.
Leiðslurnar á eldraøkinum eftirmeta støðugt støðuna, og fara á fundi mánadagin 17. august saman við Koronuráðgevingini aftur at eftirmeta verandi tiltøk á eldraøkinum.
Rættstundis avgerðir
Landsstýrismaðurin átti heldur at tikið í egnan barm.
Landsstýrið hevur, síðani tað undir fyrsta smittuumfarinum valdi at lata landið aftur, lagt dent á, at vit skulu verja tey gomlu og veiku; og eldraøkini hava tikið hesa ábyrgd til sín og vart tey gomlu og veiku.
Landsstýrið valdi at lata landið upp aftur, og segði aftur tá, at vit máttu ansa eftir teimum gomlu og veiku; eldraøkini tóku aftur ábyrgd.
Eldraøkini hava biðið um vegleiðingar, verndarútgerð og smidligar testskipanir, so verjan av teimum gomlu og veiku kundi gerast smidligari; einki av hesum hevur heilsumálaráðharrin megnað at tryggja okkum.
Eldraøkini róptu varskó, tá samfelagið varð latið upp aftur, uttan at hava eina strategi, sum vardi tey eldru og veiku; men landið varð latið upp uttan nøktandi strategi.
Í staðin fyri at stinga alla eldrarøktina í ryggin, kundi heilsumálaráharrin heldur virkað fyri, at vit saman fingu eina skilagóða og skynsama strategi fyri, hvussu vit verja okkara gomlu og veiku – bæði tey, sum eru á eldraøkinum og onnur – og samstundis hava eitt so opið samfelag sum gjørligt.
Vit kundu hildið fram, men lítil nytta er í at peika eftir hvørjum øðrum. Heldur eiga vit støðugt at eftirmeta og læra av teimum royndum vit fáa, og sum onnur hava gjørt sær. Vit eru í eini ókendari støðu, sum støðugt broytist. Trupult er at taka avgerðir undir slíkum umstøðum; men neyðugt er at taka avgerðir, og tað ræður um at taka tær rættstundis.
Brúka heldur fakligheitina
“Framtíðin byrjar í kvøld”, segði Føroya Biskupur í Degi og Viku hóskvøldið 6. august.
So til eina aðru ferð fer Kommunufelagið at mæla heilsumálaráðharranum til at byrja við at spyrja fjølbroytta, heilsufakliga førleikan, hann hevur undir sær - heldur enn at misnýta og lítilsvirða valdið og tignina, ið fólkaræðiliga skipanin hevur litið honum til, at seta speirekandi spurningar á Facebook.
- Og við tí stinga alla fakligheit í ryggin.
Kommunufelagið