Kommunufelagið

Dálkingin fram við landi

17. mai 2018

Í góðveðrinum í dag vóru starvsfólkini í Kommunuhúsinum á ruddingarferð í Sugguni í Kirkjubø í sambandi við stóra umhvørvisátakið Norðurlendsk Strandarudding, ið varpar ljós á óruddið, sum sløðist í fjøruni. Átakið hevur í ár fingið dygga undirtøku millum nógvar kommunur kring landið.

Tað er í dag ikki so nógv rekaviður, sum liggur í fjøruni, men heldur ymiskt úr plasti – ikki minst togverk og net, ið kann verða til stóran ampa. Tí ræður um, at slíkt rusk javnan verður tikið upp og fyribeint á røttum stað.

Síðan ruddingina fyri sløkum ári síðani, var væl av ruski komið upp á land. Hetta ber boð um, at vit í minsta lagi eina ferð um árið eiga at ganga fram við sjóvarmálanum og taka tað upp, sum fólk í tankaloysi hava tveitt frá sær.

Umframt at gera ein ítøkiligan mun her og nú, kann strandaruddingin eisini leggja lunnar undir nærri kanning av dálkingini, so vit fáa eina breiða mynd av trupulleikanum, ár um ár. Vit fáa samstundis eisini at vita, hvørjar dálkingarkeldurnar serliga eru, og sum vit síðan kunnu taka hóskandi stig ímóti.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo