Dagstovnaráðið hevur handað landsstýrismanninum og formanninum í Kommunufelagnum tilmæli
21. februar 2023
Undir yvirskriftini “Fyri barnsins besta” og ásannandi, at námsfrøði er treyt fyri góðum dagstovnum, handaði Dagstovnaráðið í dag Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, og Tórbjørn Jacobsen, formanni í Kommunufelagnum, sítt tilmæli.
Les tilmælið, “Fyri barnsins besta” her.
Endamálið við tilmælinum er bæði at vísa á, hvørji ítøkilig stig kunnu verða tikin til tess at steðga námsfrøðinga- og starvsfólkatrotinum á dagstovnaøkinum og at vísa á umstøður, sum eru við til at birta upp undir góð barnaár á dagstovnum.
Í fyrsta lagi verður mælt til, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið saman við kommununum tekur stig til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri dagstovnaøkið. Heildarætlanin eigur at vísa á, hvussu neyðug stig kunnu takast at tryggja, at viðurskifti sum útbúgvin starvsfólk, neyðug starvsfólkaorka og hølisviðurskifti liva upp til lógarásett krøv.
Í øðrum lagi verður víst á, hvussu fleiri fáast at útbúgva seg til námsfrøðing, so dygdargott námsfrøðiligt arbeiði er grundarlagið á dagstovnaøkinum. Tað snýr seg um at skapa áhuga hjá fólki til at útbúgva seg til námsfrøðingar. Uppskot er haraftrat um at gera fyrireikingarflokk til námsfrøðingalesandi, sum ikki hava verið í skúlaskipanini í mong ár, og at eggja fleiri til at taka námsfrøðihjálparaútbúgvingina og skipa hana, soleiðis at hon gevur atgongd til víðari lesnað á námsfrøðingaútbúgvingini. Góðskriving av førleikum, avriksflutningur og fjarlestur eru eisini møguleikar, sum dentur eigur at verða lagdur á at menna.
Fyri at halda fast í starvsfólki er neyðugt at skapa arbeiðsumstøður, sum gera tað ynskiligt hjá starvsfólkum at verða verandi í starvinum. Her eru ymisk fokuspunkt, so sum betri tíð til námsfrøðiligt arbeiði, at leggja til rættis og eftirmeta, betri umstøður til fulltíðarstarv, kappingarføra løn og betri umstøður til eftirútbúgving.
At enda er uppskot um at seta á stovn eina menningareind, sum skal tryggja og standa fyri einari felags menning av økinum. Ein menningareind kann menna dagstovnanámsfrøðina, sum í síðsta enda kann fáa fleiri fólk til økið og fáa tey, sum longu eru har, at støðast.