Arbeiðsbólkur handað álit um endurvenjing
13. desember 2023
Arbeiðsbólkurin hevur víst á og lýst, hvørjar avbjóðingar eru í endurvenjing, og mælt til uppskot, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast.
Í høvuðsheitum metir arbeiðsbólkurin, at lóggávan á økinum er nøktandi, men at tørvur er á at fara undir skipaða íverkseting av galdandi lóggávu.
Millum annað mælir arbeiðsbókurin til, at starvsfólk á økinum fáa skipaða undirvísing og kunning um lóggávuna.
Mælt verður eisini til, at endurvenjingin skal í størri mun samskipast millum geirar og tryggjast skal, at fólk ikki detta niður ímillum skipanir.
Arbeiðsbólkurin var settur í apríl 2022 og var mannaður við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum.
Arbeiðbólkurin var settur at kanna hvørjar avbjóðingar eru á rehabiliteringsøkinum og hvussu hesar sum best kunnu loysast.