Allir borgarstjórar fáa nú sess við kommunufelagsborðið
15. desember 2023
Stýrið í Kommunufelagnum fer nú frá at vera eitt forum fyri 13 borgarstjórar, til at allir borgarstjórar nú skulu hittast á regluligum fundum í felagnum. Hetta samtykti eykaaðalfundurin hjá Kommunufelagnum í dag.
Viðtøkurnar vóru á skrá, tá ið Kommunufelagið hittist til eykaaðalfundar fyrrapartin í dag. Í uppskoti vóru broytingar í viðtøkum, sum skuldu fáa gildi 1. januar 2024, og eitt annað uppskot til nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum skuldu fáa gildi eftir komandi kommunustýrisval ella 1. januar 2025. Viðtøkubroytingar hava til endamáls at knýta tær kommunur, sum í dag eru uttanfyri stýrið í felagnum, nærri at felagnum. Uppskotið varð tí orðað soleiðis, at borgarstjórar uttanfyri stýrið framyvir skulu hava rætt at møta og taka orðið á øllum stýrisfundum. Hetta skal fyrst og fremst styrkja um møguleikarnar hjá øllum kommunum at gera sína ávirkan galdandi í felagnum og geva teimum eina meiri beinleiðis ávirkan á, hvat felagið skal arbeiða við.
Semja var um broytingaruppskotið, sum tískil varð einmælt samtykt. Full semja var somuleiðis um at arbeiða víðari við teimum endaligu viðtøkubroytingunum, sum skuldu koma í gildi 1. januar 2025. Hetta arbeiðið verður eftir ætlan liðugt til regluliga aðalfundin í Kommunufelagnum, sum verður í apríl mánaði. Arbeiðið fer í gongd beinanvegin.
Broytingarnar í viðtøkunum fáa gildi frá 1. januar 2024.
- Vónin er, at okkara felag, sum nú hevur 10 ár á baki, kann leggjast í nýggjar og dagførdar karmar frá tí løtu, nýggju kommunustýrini taka við 1. januar 2025. Tað hevði upp á nógvar mátar verið ein góð tænasta til komandi kommunustýrini, um vit megnaðu at taka hetta takið, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.