Kommunufelagið

Ætlaðu broytingarnar í fjarskiftislógini eru ikki nóg væl úr hondum greiddar

10. februar 2024

Á borgarstjórafundinum 26. januar viðgjørdu borgarstjórarnir uppskot um broyting í fjarskiftislógini. Uppskotið kann ávirka kommunurnar á tann hátt, at tær kunnu verða kravdar at lata Fjarskiftiseftirlitinum upplýsingar, dátur o.a, sum Fjarskiftiseftirlitið metir hava týdning fyri at kortleggja undirstøðukervið. Eftirsum kommunurnar umsita stórar partar av samfelagstýðandi undirstøðukervinum, so sum fjarskiftiskervi, kt-skipanir, elveiting, vatnveiting, renovatión, vegir, tunlar, heilsuverk, almannaverk o.s.fr., kunnu kommunurnar tí væntast at verða kravdar eftir upplýsingum hesum viðvíkjandi. Men tað tykist rættiliga ógreitt, hvørjar upplýsingar talan kann vera um. Felagið heldur tað tí hava stóran týdning, at tað verður gjørt nógv greiðari, júst hvørjar upplýsingar, ið kommunurnar kunnu verða kravdar eftir.

Fjarskiftislógin hevur upprunaliga havt annað endamál enn tað, sum uppskotið leggur upp til. Nevniliga ein væl skipaðan og nýskapaðan marknað, meðan uppskotið hinvegin snýr seg um heimildir at meiri trygdarpolitiskum slagi. Greitt er, at tað á ávísum økum kann vera tørvur á rættiliga víðfevndum heimildum hjá myndugleikum, men lóg og heimild mugu hóska saman – og tað gera tær ikki í hesum føri. Avleiðingin kann í evsta føri gerast, at dómsvald ikki vil loyva myndugleikanum at handhevja reglurnar, sum tær eru ætlaðar.

Við tað at virkisøkini hjá innlitslógini, dátuverndarlógini og skjalasavnslógini verða skerd munandi uttan at samsvarandi reglur ella fyriskipanir verða settar í verk, kann avleiðingin vera, at máað verður undan rættartrygdini í samfelagnum.

Kommunufelagið mælir frá at samtykkja uppskotið í verandi líki. Vit mæla í staðin til at bíða eftir eini samanhangandi regulering, har neyðug atlit kann takast til øll tey samansettu viðurskiftini, sum eitt slíkt uppskot eigur at fevna um.

Les hoyringarskriv okkara

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo