Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið

20. juni 2023

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 26. oktober 2022. Partarnir hava verið á fýra fundum, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.

Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.

Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%

Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku,  umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo