Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag

14. mars 2024

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag

 

Semingsstovnurin handaði fyrrapartin í dag pørtunum semingsuppskot, sum partarnar tóku undir við. 

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina 1. oktober 2022 til 30. september 2025. 

Lønarhækkingarnar eru hesar:

  • 1. oktober 2022 er hækkingin 3,8 %
  • 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 %
  • 1. oktober 2024 er hækkingin 4,75 %

Aðrar broytingar eru gjørdar í sáttmálanum - eitt nú eru dagføringar gjørdar í § 15 um barsil og í § 16 um eftirsitiløn. Eisini er protokollat avtalað millum partarnar, sum hevur til endamáls at meta um starvsheitini í mun til innihaldið í starvinum og tey krøv, sum sett verða til førleikarnar.

 

                       

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo