Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frídømt

28. oktober 2021

Fasti Gerðarrættur hevur nú gjørt úrskurð í gerðarrættarmálinum: Føroya Pedagogfelag ímóti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Málið snýr seg um, at Føroya Pedagogfelag ger galdandi, at bert ein flokking er galdandi fyri námsfrøðingar, ið arbeiða í kommunalu forskúlunum. Føroya Pedagogfelag meinar, at allir námsfrøðingar, sum starvast í forskúlunum eiga at verða løntir sum forskúlanámsfrøðingar, eisini námsfrøðingar, ið eru stuðlar hjá børnum við serligum tørvi. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið førdi fram, at stuðlar hava altíð verið í forskúlunum, og at stuðlar verða løntir sum námsfrøðingar, tí uppgávan hjá stuðlunum er at verða um og stuðla barni/børnum við serligum tørvi.

Stuðlar verða settir í starv í forskúlum, sum vanligir námsfrøðingar á dagstovnaøkinum, og verða ikki settir í starv sambært forskúlakunngerðini, eins og forskúlanámsfrøðingurin.

Ein samdur Gerðarrættur frídømdi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sostatt skulu stuðlar í forskúlanum lønast sbrt. § 3 litra A í sáttmálanum partanna millum.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo