Vistarskeið: Høvuðstættir í fyrisitingarrætti (seinni dagur)

Dagfesting:
18. september 2024
Tíðspunkt:
09:00

Skipað verður fyri skeiði í fyrisitingarrætti fyri starvsfólk í kommunala geiranum. Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð – herundir á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum.

Melda til í seinasta lagi mánadagin 19. august 2024 klokkan 12!

Les meira og melda til her.

Komandi tiltøk

Barnaverndarstovan
05. desember 2024
19:00
Trygt tilknýti í barnafamiljuni - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup
Trygt tilknýti er grundarlagið fyri trivnaði og menning hjá barni tínum. Trygt tilknýti gevur barninum gott sjálvsvirði og álit á onnur menniskju. Og barnið lærir at regulera sínar kenslur og stýra sínum uppmerksemi. Trygga tilknýtið er eisini vegurin til sunnar og tryggar relatiónir til onnur – alt lívið.   Í fyrilestrinum fer Rikke Yde Tordrup at greiða frá, hvussu tú sum foreldur styrkir trygga tilknýtið hjá barni tínum til tín tey fyrstu týðandi árini. Tú fært einfalda og gagnliga fatan av tilknýti Tú fært vitan um ta avgerandi ávirkanina, sum tú hevur á trivnaðin og menningina hjá tínum barni restina av lívinum Tú fært amboð til gerandisdagin, sum stimbrar trygga tilknýtið hjá barninum Tú fært vitan um, hví eitt barn við tryggum tilknýti er lættari at uppala   Vit hjartahita og skemti fer Rikke at taka uppí sínar royndir sum sálarfrøðingur frá egnari kliniskari praksis, frá eygleiðingum í barnafamiljum og frá sínum móðurskapi. Fyrilesturin byggir á bókina, "Tryg tilknytning i børnefamilien", hjá Rikke Yde Tordrum frá Dansk Psykologisk forlag, 2022.   Málbólkur Fyrilesturin er fyrst og fremst ætlaður foreldur at børnum í 0-6 ára aldri. Men eisini øðrum við áhuga fyri evninum.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Tilmelding og prísur Melda til á atgongumerki.fo. Prísur: 200 kr. Evsta mark at melda til er 29. oktober 2024.   Myndir Tekningin er úr bókini, “Tryg tilknytning i børnefamilien” frá Dansk psykologisk Forlag 2022. Teknað hevur Pernille Mühlbach. Fotomyndina av Rikke Yde Tordrop hevur Kirsten Adler tikið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
07. oktober 2024
09:30
Nevndarfundur
Kommunufelagið
18. september 2024
09:00
Vistarskeið: Høvuðstættir í fyrisitingarrætti (seinni dagur)
Skipað verður fyri skeiði í fyrisitingarrætti fyri starvsfólk í kommunala geiranum. Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð – herundir á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum. Melda til í seinasta lagi mánadagin 19. august 2024 klokkan 12! Les meira og melda til her.
Kommunufelagið
17. september 2024
10:00
Vistarskeið: Høvuðstættir í fyrisitingarrætti (fyrri dagur)
Skipað verður fyri skeiði í fyrisitingarrætti fyri starvsfólk í kommunala geiranum. Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð – herundir á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum. Melda til í seinasta lagi mánadagin 19. august 2024 klokkan 12! Les meira og melda til her.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo