Kommunufelagið

Viðmerking til tíðindaskriv hjá Fjølrit

04. januar 2018

Í tíðindaskrivi frá Fjølriti, ið verður endurgivið í ymsum fjølmiðlum, verða føroysku kommunurnar lagdar undir at bróta lógina um upphavsrætt, og víst verður í hesum sambandi til, at Fjølrit til fánýtis hevur heitt á Kommunufelagið um, vegna kommunurnar, at fáa sáttmálaviðurskiftini í rættlag, og at Kommunufelagið ikki hevur svarað, eins og at eingin sáttmáli er gjørdur.

Kommunufelagið hevur saman við umboðum fyri føroyskar kommunur viðgjørt sáttmálauppskot, ið eru komin frá Fjølriti, eins samskifti og fundarvirksemi hevur verið millum umboð fyri Fjølrit og Kommunufelagið. Seinasta samskiftið millum partarnar var í desember mánaði í just farna ári.

Tað er eingin loyna, at Kommunufelagið hevur verið ivasamt um tann leistin, ið sáttmálauppskotið hjá Fjølrit byggir á. Sambært tí fyrsta uppskotinum skuldu kommunurnar gjalda 60 kr. fyri hvønn skúlanæming. Í seinasta uppskotinum er gjaldið sett til 300 kr. fyri hvønn skúlanæming. Hetta svarar til omanfyri 2,1 mió. kr. Hetta er møguliga rætt og rímiligt, møguliga ikki. Tað vita vit ikki. Einasta ítøkiliga grundgevingin fyri upphæddini á 300 kr. hevur higartil verið, at áleið soleiðis verður gjørt í Danmark. Kommunufelagið kann hinvegin bara staðfesta, at rokningar fyri kopiering ikki eru sendar skúlunum síðani í 2014. Tá var upphæddin um 15 -25 kr. pr. næming.  Við øðrum orðum er rokningin tjúgu faldað uppá 3 ár!

Kommunufelagið viðurkennir sjálvsagt upphavsrættin, og í tann mun at kommunurnar kopiera vart tilfar,  skal sjálvsagt rindast fyri tað, men vit hava ongar ætlanir um at útskriva kommununum óútgreinaðar rokningar. Enn minni hevur felagið áhuga í at verða skuldsett fyri at fremja ella at skunda undir lógarbrot. 

Í upphavsrættarlógini eru ásetingar um, hvussu farast skal fram, um ósemja er um avtaluviðurskifti. Fjølrit kann hóskandi nýta hesi amboð, heldur enn at ákæra allan kommunala geiran fyri lógarbrot. Ein slík ákæra kann ikki metast sum annað enn óseriøs – og harafturat ómentað.

Kommunufelagið

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo