Barnaverndarstovan

Vit leita eftir umlættingarforeldrum um alt landið

31. mai 2022

Barnaverndarstovuni manglar umlættingarforeldur um alt landið – bæði norðanfjørðs og sunnanfjørðs. Sum umlættingarforeldur ert tú um eitt ella fleiri børn í nakrar dagar í senn, til dømis annað- ella triðjahvørt vikuskifti. Børnunum, sum vantar umlættingarforeldur í løtuni, eru í ymiskum aldri.

Umlættingarfamiljan skal geva barninum støðugar og tryggar karmar umframt at stuðla menningini hjá barninum. Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja.

Set teg í samband við annaðhvørt Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo, telefon 225696 ella við Maiken Mortensen, sosialráðgeva, á maikenm@bvs.fo, telefon 220531.

Fleiri upplýsingar um okkum eru at finna á bvs.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo