Barnaverndarstovan

Vit kunnu gera mun!

06. november 2017

Enn ein væleydnaður Kveikingardagur er farin aftur um bak, har ein hópur av fólki, sum í sínum starvi ella á annan hátt eru í sambandi við børn og ung í sínum gerandisdegi, koma saman at fáa nýggjan íblástur.

Fyribyrgjandi átøk var eitt afturvendandi evni henda dagin.

Fyrst greiddu umboð fyri Fólkaheilsuráðið frá verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at verja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum.  Sálarliga heilsan er jú av alstórum týdningi fyri okkum øll, og tí ræður um, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins væl og okkara likamligu heilsu. Tá er lættari at megna lívið!

ABC-ætlanin hevur ein sera greiðan og ítøkiligan boðskap, sum fleiri kommunur, SSP, Almannaverkið, Sinnisbati, ÍSF og aðrir felagsskapir samstarva um, so hvør einstakur fær umstøður, ið eru fremjandi fyri sálarligu heilsuna. Hyggjuráðini eru, at vit á ymsan hátt eru virkin, eru partur av einum felagsskapi og gera ymiskt, ið gevur meining fyri hvønn einstakan. Hetta má sigast at vera nýhugsan, tí hugsað verður um allar borgarar, og ikki bert teir, sum vit plaga at halda vera serliga viðkvom og sum part av einum vandabólki.

ABC merkir sostatt: at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin.

Fyri at lyfta eina so stóra uppgávu mugu allir viðkomandi yrkisbólkar samstarva, vísti Lidja Kolouh-Søderlund á. Lidja, sum starvst á Nordens Välfärdscenter, er verkætlarnarleiðari fyri “Unga i norden”. Eisini hon kom inn á, hvussu stóran týdning tað hevur, at hvør einstakur er partur av einum felagsskapi, og at vit vísa hvørjum øðrum virðing. Eisini hevur ein líkinda útbúgving stóran týdning fyri øll, helt Lidja, tá framtíðin verður løgd til rættis og vit skulu finna okkara pláss á arbeiðsmarknaðinum.

Alisa Hammer, ið er fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi, lýsti rúsdrekkanýtsluna hjá vaksnum, sæð við eygunum hjá børnum. Hon kom m.a. inn á, hvussu nógv nýtslan av rúsdrekka ella rúsevnum órógvar gerandisdagin hjá familjuni. Harafturat verða kensluligu bondini millum menniskju tyngd og órógvað av rúsdrekka- og rúsevnanýtsluni hjá øðrum.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, reisti í sínum íkasti tann sera viðkomandi spurningin: Hvat merkir tað, at hjálpa sínum næsta? Hann helt tað vera serliga umráðandi, at vit kunnu síggja hvønn annan í eyguni sum menniskju. Lógarverkið á almannaøkinum hevur avgjørt sínar avmarkingar, helt Jógvan, men vit kunnu hvør í sínum lagi líta okkum í kring og síggja støðuna í einum størri samanhangi enn tað, sum hvør einstøk lógargrein sipar til. Øll kenna vit søguna um hin miskunnsama samariubúgvan, ið vísti hjartalag, heldur enn at gera sum ávísir aðrir, ið sóu mann liggja hálvdeyðan við vegin – teir sóu hann, men gingu fram um hann. Sum menniskju, sigur Jesus í hesum líknilsi, eiga vit at steðga á og hjálpa, tá tørvur er á tí.

At enda greiddu tær báðar, Louise Brandstrup og Louise Ørum Skytt, frá sínum arbeiði sum SSP-ráðgevar í Viborg kommunu. Her kom greitt fram, hvussu stóran týdning SSP hevur sum sambindingarlið millum teir ymsu fakbólkarnar, ið arbeiða við børnum og ungum. Eldhugin, sum tey vísa í SSP-samstarvinum í Viborg, er eitt gott fyridømi fyri øllum virksemi á hesum økinum, eisini í Føroyum.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo