Búmerkið hjá felagnum ímyndar laðað malargrót. Hvør steinur er ein eind, sum – saman við øðrum steinum – skapa ein bygnað. Laðast kann afturat og bygnaðurin kann ganga inn í nýggjar samanhangir. Bygnaðurin er sterkur, men skal haldast við líka.
Laðað grót er ímyndin av tí menniskjaskapta. Búmerkið lýsir ta menninskjaligu drívmegina og týdningin av samskifti og samskipan.
Litirnir stava frá basaltinum, sum er tað tilfar, ið landið byggir á, og kunnu eisini síggjast sum ein spegling av himmali og havi í grótinum.
Búmerkið hjá er úrslit av búmerkjakapping, ið táverandi Kommunusamskipan skipaði fyri í 2004. Dómsnevndin gav Armgarð Weihe 1. virðisløn fyri uppskotið.
Búmerkið í gróti, sum prýðir húsaveggin móti R.C. Effersøesgøtu, hevur Eyðun Dal-Christiansen, grótlistamaður, gjørt.