Viðtøkur fyri Kommunufelagið samtyktar á stovnandi aðalfundi 13. desember 2013.

 

Navn, limaskapur og heimstaður

§ 1. Navn felagsins er Kommunufelagið, og hevur felagið heimstað í Tórshavn.

§ 2. Allar kommunur í Føroyum kunnu gerast limir.

§ 3. Upptøka av nýggjum limum verður góðkend á aðalfundi.

 

Endamál

§ 4. Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði, og betri samstarvi millum kommunurnar.

 

Aðalfundurin

§ 5. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins.

Stk. 2. Borgarstjórin umboðar kommunustýrið til at taka avgerð á aðalfundinum. Aðrir kommunustýrislimir hava rætt at møta.

Stk. 3. Boðast skal til aðalfund við í minsta lagi 30 daga freist. Fundarskrá verður kunngjørd limakommununum í seinasta lagi 14 dagar innan aðalfundin.

Stk. 4. Limir, ið vilja hava mál til viðgerðar á aðalfundinum, senda felagnum hesi í minsta lagi 21 dagar innan aðalfundin.

Stk. 5. Á aðalfundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvønn íbúgva 1. januar undan aðalfundinum, tó so, at eingin kommuna hevur fleiri enn 45 % av samlaðu atkvøðunum.

Stk. 6. Er ikki annað tilskilað í hesum viðtøkum, verða avgerðir á aðalfundi tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.

Stk. 7. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið minst helvtin av limunum eru møttir.

 

§ 6. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum árið í seinasta lagi 30. apríl við hesi skrá:

a) Val av fundarstjóra.

b) Formaðurin letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.

c) Framløga av roknskapi til góðkenningar.

d) Val av grannskoðara.

e) Innkomin uppskot.

f) Ymiskt.

Stk. 2. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið stýrið heldur tað vera neyðugt, ella tá ið minst helmingurin av limakommununum skrivliga biðja um tað. Innkalling til eykaaðalfund fer fram á sama hátt og við somu freist, sum til vanligan aðalfund.

 

Stýrið

§ 7. Tá talan ikki er um mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, er ovasta leiðsla felagsins eitt stýri við 13 limum, sum er sett saman fyri 4 ár í senn. Stýrislimur skal vera borgarstjóri.

Stk. 2. Stýrið tekur við 1. januar eftir kommunustýrisval og verður stýrið valt eftir hesi skipan:

  • Norðuroyggjar (Klaksvík, Hvannasund, Viðareiði, Húsa k., Kunoy og Fugloy) 1 lim.
  • Eystur Eysturoy (Fuglafjørður, Eystur k.) 2 limir.
  • Vestur Eysturoy (Nes, Runavík, Sjóvar k.) 1 lim.
  • Sundalagið (Sunda k. og Eiði) 1 lim.
  • Streymoy (Tórshavn) 1 lim.
  • Vesturstreymoy (Vestmanna og Kvívík) 1 lim.
  • Vágar (Sørvágur, Vága k.) 1 lim.
  • Sandoy (Sandur, Skopun, Skálavík, Húsavíkar k. og Skúvoy) 1 lim.
  • Norður Suðuroy (Hvalba, Tvøroyri og Fámjin) 1 lim.
  • Suður Suðuroy (Hov, Porkeri, Vágur og Sumba) 1 lim.

Kommunustýrini í hvørjum einstøkum øki gera semju um at velja ein stýrislim. Semjast kommunurnar ikki um umboðanina, verður borgarstjórin í størstu kommununi umboð fyri økið.

Stk. 3. Kommunurnar sum sambært stk. 2 ikki fáa lim í stýrið, velja 2 umboð eftir hesum leisti:

Kommunurnar við fleiri enn 750 íbúgvum velja sínamillum eitt umboð

Kommunurnar við færri enn 750 íbúgvum velja sínamillum eitt umboð.

Stk. 4. Tá ið valt verður sambært stk. 3, hevur hvør kommuna eina atkvøðu. Atkvøðugreiðslan fer fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2 í kommunustýrislógini.

Stk. 5. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni eftir somu mannagongd, sum formaður og næstformaður verða valdir í kommunustýrum, tó so, at formaður og næstformaður verða valdir fyri 2 ár í senn.

Stk. 6. Stýrisfundur er viðtøkuførur, tá ið minsta lagi helmingurin av stýrislimunum eru møttir. Hvør stýrislimir hevur eina atkvøðu fyri hvønn íbúgva 1. januar í teimum kommununum, sum stýrislimurin umboðar. Tó so, eigin stýrislimir kann hava fleiri enn 45 % av samlaðu avkvøðunum.

Stk 7. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at stýrisavgerðir eru einmæltar.

Stk. 8. Stýrisfundur skal vera í minsta lagi eina ferð hvønn ársfjórðing. Formaðurin kann kalla stýrið til fundar, tá mál er, sum krevur stýrisavgerð, og sum ikki kann bíða til næsta regluliga fund. Stýrið kann eisini verða kallað saman, tá ið minst helmingurin av stýrislimunum skrivliga biðja um tað.

Stk. 9. Fráboðan um stýrisfund verður send stýrislimum 14 dagar áðrenn fund.

 

Starvsbólkurin

§ 8. Í starvsbólkinum sita kommunuskrivararnir/-stjórarnir í teimum kommunum, sum hava umboð í stýrinum. Stýrið velur starvsbólkaformann fyri tvey ár í senn.

Stk. 2. Starvsbólkurin skal fyrireika mál, sum skulu viðgerast á stýris- og aðalfundi, og hann skal arbeiða við øllum málum, sum stýrið beinir til hansara.

Stk. 3 Starvsbólkurin hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin.

Stk. 4. Tó skal formaðurin kalla til fundar, hvørja ferð stýrisfundur er lýstur, um so er, at mál, sum skulu viðgerast har, ikki eru liðug fyrireikað.

Stk. 5 Allir starvsbólkalimir skulu møta á stýrisfundum.

Stk. 6. Stýrisformaðurin skal hava fundarboð til hvønn starvsbólkafund.

 

Skrivstovan

§ 9. Stýrið setur og loysir úr starvi stjóra, ið hevur ábyrgdina mótvegis stýrinum, fyri at virksemi felagsins verður rikið sambært galdandi reglum.

Stk. 2. Stjórin hevur dagligu fyrisitingina av felagnum um hendi, og skal í samstarvi við starvsbólkin og stýrið umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál felagsins.

Stk. 3. Stýrið ger starvsskipan fyri stjóran.

Stk. 4. Stjórin setur og loysir úr starvi onnur starvsfólk eftir ásetingum í starvsskipanini sambært stk. 3.

Stk. 5. Starvsbólkurin er dagliga bindiliðið millum stjóran og limakommunurnar.

 

Fíggjarviðurskifti

§ 10. Útreiðslurnar av at reka felagið verða goldnar av limakommununum. Limagjaldið verður ásett samsvarandi íbúgvartalinum í kommununum 1. januar í tí ári, sum fíggjarætlanin verður samtykt. Tó kann eingin kommuna rinda meira enn 45 % av limagjaldinum.

Stk. 2. Stýrisformaðurin ger saman við starvsbólkaformanninum og stjóranum uppskot til fíggjarætlan fyri felagið komandi fíggjarár, sum hann fyrileggur stýrinum til góðkenningar í seinasta lagi í apríl ársfjórðingi. 

Stk. 3. Áðrenn fíggjarætlan felagsins verður viðgjørd í stýrinum, skal starvsbólkurin hava gjørt sítt tilmæli.

Stk. 4. Limakommunurnar rinda í minsta lagi 1/12 part av limagjaldinum hvønn mánað til felagið.

Stk. 5. Eingin limakommuna heftir fyri skyldum felagsins við øðrum enn tí, sum avgjørt er at vera hennara partur av útreiðslunum, sambært fíggjarætlanini.

Stk. 6. Ongar avgerðir í málum, sum krevja kommunustýrissamtykt, eru bindandi fyri limakommunurnar, uttan tílík samtykt fyriliggur.

 

Roknskapur

§ 11. Stjórin hevur ábyrgd av roknskaparførsluni.

Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum ella skrásettum grannskoðara.

 

Aðrar ásetingar

§ 12. Felagið verður teknað av stýrisformanninum og starvsbólkaformanninum ella stjóranum í felag, ella av tveimum stýrislimum saman við starvsbólkaformanninum ella stjóranum.

§ 13. Samtyktir um broytingar av viðtøkunum ella avtøku av felagnum skulu gerast av aðalfundinum. Í minsta lagið ¾ av atkvøðutalinum skulu vera umboðað, og uppskotið skal samtykkjast við 3/5 av greiddum atkvøðum.

Stk. 2. Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður nýggjur fundur 14 dagar seinni, og er hesin viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar. Samtykt skal tó vera við 3/5 av greiddum atkvøðum.

§ 14. Við minst 6 mánaða ávaring kann ein kommuna siga upp limaskap sín í felagnum til ein 1. januar.

Stk 2 Kommunur, ið melda seg úr felagnum, hava einki krav móti felagnum ella ognum felagsins, og hefta ikki fyri skyldur felagsins.

§ 15. Verður felagið tikið av, falla ognirnar aftur til limakommunurnar í sama lutfalli, sum tær hava luttikið í útreiðslum felagsins seinasta roknskaparárið.

 

Skiftisásetingar

§ 16. Felagið tekur yvir øll rættindi og allar skyldur hjá KSF og FKF.

§ 17. Í samband við fyrsta valskeiðið, sum verður trý ár, tekur stýrið sjálvt avgerð um val av formanni og næstformanni sambært § 7, stk. 5, og viðvíkjandi val av starvsbólkaformanni sambært § 8, stk. 1.

§ 18. Limagjald fyri fyrsta roknskaparárið verður samtykt á stovnandi aðalfundi.

 

Gildiskoma

§ 19. Viðtøkur felagsins fáa gildi frá 1. januar 2014.

 

Samtykt á stovnandi aðalfundi 13. desember 2013.

Skriva út viðtøkurnar