Kommunufelagið er áhugafelagsskapur hjá kommununum, sum allar eru limir. Umvegis Kommunufelagið, eru kommunurnar limir í KIMO, sum er stytting fyri Kommunuernes Internationale Miljø Organisasjón. KIMO arbeiðir fyri at verja,  varðveita og betra havumhvørvið.

Kommunufelagið varð limur í KIMO í 1993. Í KIMO eru meir en 70 strandakommunur í 7 londum og so áhugafelagsskapir, her ímillum Kommunufelagið.

Arbeiðið í KIMO er við lobby virksemi, fundarhaldi og verkætlanum. Kommunufelagið hevur luttikið í OSPAR verkætlanini Rekarusk á strondum, og ætlanin er innan leingi at fáa lív aftur í verkætlanina Ruskveiða.

Kommunurnar hava, sambært løgtingslóg nr. 59 frá 17.05.2005, um verju av havumvørvinum, ábyrgd av, at basa olju- og kemikaljudálking í havnum, herundir fram við bryggjum og havnarløgum og bátahyljum, meðani landið hevur ábyrgd av at basa olju- og kemikaljudálking á sjónum og á strondini, tá dálkingin kemur av sjónum.

Kommunustýrið skal gera tilbúgvingarætlan fyri basing av dálking í sínum ábyrgdarøki og kunna MRCC um ætlanina.