Kommunufelagið

Svensk vitjan

18. apríl 2018

Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku vitjaði formansskapurin í svenska ríkisdegnum okkara løgting.

Í hesum sambandi var formansskapurin á vitjan í Kommunufelagnum. Svenska ferðalagið hevði sett fram ynski um, at fáa eina frágreiðing um føroyska kommunubygnaðin, hvussu ábyrgdarbýtið er millum land og kommunur, og hvussu kommunubygnaðurin er fíggjaður.

Stjórin í felagnum greiddi svensku gestunum frá okkara kommunubygnaði, og hvussu kommunurnar stuðla upp undir menningina kring landið.

Gestirnir vóru serliga hugtiknir av samferðsluútbyggingunum, sum í løtuni fara fram í Føroyum, og hvussu vit leggja dent á at varðveita eina spjadda búseting og ein fjølbroyttan kommunubygnað.

Í svenska ferðalagnum vóru Urban Ahlin, formaður í svenska ríkisdegnum, Patrik Björck, Socialdemokraterna, Staffan Danielsson, Centerpartiet, Mattias Karlsson, Sverigedemokraterna, og Elin Lundgren, Socialdemokraterna. Harumframt vóru átta embætisfólk við á ferðini.

Ferðalagið fór heimaftur fríggjakvøldið.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo