Barnaverndarstovan

Supervisjónsbólkur fyri fosturforeldur

20. desember 2017

Fosturforeldraskipanin byrjar nú ein nýggjan supervisjónsbólk fyri fosturforeldur.

Bólkurin hittist á Barnaverndarstovu Føroya tríggjar ferðir: 25. januar, 22. februar og 5. apríl, allar dagarnar kl. 10.00 – 12.00. Tær báðar, Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og Hallbjørg Lamhauge, familjuráðgevi, fara at standa fyri supervisjónsbólkinum.

Pláss verður fyri 8-10 fosturforeldrum. Bólkurin er ætlaður pørum, men  um annað av fosturforeldrunum møguliga ikki kann vera til staðar, kann makin taka lut einsamallur. Endamálið við supervisjónsbólkinum er, at fosturforeldur hittast og tosa um egnar trupulleikar og royndir í sambandi við fosturforeldrauppgávuna.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til bvs@bvs.fo, ella við at ringja til Barnaverndarstovuna á tlf. 302480 í seinasta lagi 12. januar 2018.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo