Barnaverndarstovan

Skeið fyri barnaverndarnevndarlimir

08. februar 2017

Grundleggjandi skeiðið fyri limum í barnaverndarnevndum, sum Barnaverndarstovan skipar fyri, er flutt frá mánadegi 27. februar 2017 til mánadagin 13. mars, kl. 16-21.

Á skeiðinum verður serliga komið inn á leiklutin hjá nevndarlimunum og tær  skyldur, ið áliggja teimum í sambandi við virkseminum hjá einstøku barnaverndartænastuni.

Neyðugt er við tilmelding til skeiðið. Hetta verður gjørt við at senda ein teldupost til armgard@kf.fo ella við at ringja til 302480 í seinasta lagi mánadagin 27. februar.

Luttakararnir fáa nærri upplýsingar um skeiðstað eins og um skránna, beint aftaná at tá tilmeldingarfreistin er farin.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo