Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið

03. juni 2020

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu fyrrapartin undir semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 – 30. september 2021.

Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 kr. 795,00 omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22-50 fáa kr. 595,00 omaná mánaðarlønina.

Seinna árið fáa øll 2,25 prosent í lønarhækking. 

Í semjuni er eisini áseting um ein serstakan bachelorstiga, umframt broyting í flokkingum av deildarleiðarum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ásannar, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, men leggur stóran dent á týdningin av, at lønarlagið hjá starvsfólkum, ið eru limir í Starvsmannafelagnum, er eins hjá landi og kommunum.

Fyri at tryggja eitt eins lønarlag fyri limir í Starvsmannafelagnum í kommunalum og almennum størvum, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrrapartin avgerð um at lata somu lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið lat hesum starvsbólki við semjuni í januar 2020.

Tórshavn, hin 03.06.2020

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo