Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag

22. juni 2021

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag skrivaðu leygardagin 19. juni 2021 undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020, og partarnir vóru á fyrsta samráðingarfundi 8. oktober 2020. Síðani tá høvdu partarnir verið á fimm samráðingarfundum, tá semingsstovnurin varð boðsendir 10. mai 2021.

Semingsstovnurin legði fyrsta semingsuppskotið fram hósdagin 20. mai 2021; hetta varð vrakað. Síðani boðaði felagið tríggjar ferðir frá 24 tíma verkfalli fyri limir felagsins, ið arbeiddu á trimum ymiskum økjum, fyri síðani at boða frá verkfalli fyri allar limir felagsins 14. juni 2021. Eftir at hava gjørt felagið vart við, at eftir arbeiðssteðg halda setanarviðurskiftini uppat, og at tí ber ikki til, at felagið einsamalt ger av, at hesi starvsfólk byrja aftur í starvi ein ávísan dag, lýstu Kommunala Arbeiðsgevara Felagið og Fíggjarmálaráðið verkbann á forskúlaøkinum frá 8. juni 2021.

Semingsstovnurin kallaði partarnar inn aftur til samráðingar leygardagin 19. juni 2021, har semja millum partarnar loksins varð funnin, og verkfallið endaði.

Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2020 til 1. apríl 2023. Lønarhækkanin samsvarar við hækkanina, ið onnur feløg hava fingið og heldur seg til karmin.

Eisini er § 2 stk. 2 í sáttmálanum sett úr gildi frá 30. juni 2027. Hetta merkir, at nú ber til hjá arbeiðsgevarunum at seta hjálparfólk í fast starv og ikki sum nú í tíðaravmarkað starv.

Harumframt eru partarnar samdir um eitt protokollat um § 10, “tíð til annað arbeiði”. Protokollatið merkir, at uttanveltaður ráðgevi kannar, hvussu ymsu kommunurnar skipa “tíð til annað arbeiði”. Samstundis verður fylgibólkur settur, sum er umboðaður av Pedagogfelagnum og KAF, sum síðani kemur við tilmæli um, hvussu arbeiðið kann verða skipað. Tilmælið skal handast 1. juni 2022.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo