Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja Fysio- og Ergoterapeutfelagið

28. januar 2022

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag skrivað undir semju við Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið

Sáttmálarnir eru endurnýggjaðir fyri tíðina frá 1. oktober 2020 til 1. januar 2023.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur serstaka avtalu við Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið um at fylgja tí, til eina og hvørja tíð, galdandi sáttmála millum feløgini og Fíggjarmálaráðið. Haraftrat hava partarnir avtalað saman at viðgera serstakar flokkingar á kommunala sáttmálaøkinum, sum hesaferð eru fyri leiðandi terapeutar, ið verða fluttir í nýggja lønartalvu pr. 1. januar 2022.

Nýggjar skalagongdir eru eisini ásettar fyri aðrar terapeutar. Sí semju um broytingarnar í tíðarskeiðinum Her.

Sáttmálarnir fata um fysio- og ergoterapeutar, sum virka á eldraøkinum.

 

Tórshavn tann 28. januar 2022

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo