Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Sáttmálasemja við Skipara- og Navigatørfelagið

04. juli 2018

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag gjørt semju um sáttmála fyri tíðina frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Talan er um endurnýggjan av sáttmálanum, sum er galdandi fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn, ið eru settir í kommununum. Semjan byggir á ein karm, sum fyrra árið er 2,3 % og seinna árið 2,5 %. Semjan ber eitt nú við sær, at eftirlønargjaldið hækkar úr 8,5 % upp í 10,5 % og somuleiðis eru broytingar gjørdar í vaktargjøldunum.

Harafturat er avtala um fráboðanarfreist gjørd, eins og partarnir hava avtalað at viðgera undantøk í sambandi við arbeiðssteðg í sáttmálaskeiðinum.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo