Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Sáttmálasamráðingar millum KAF og Starvsmannafelagið byrjaðar

11. februar 2020

Í morgun kl. 10.00 handaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsmannafelagið hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi í hølum Starvsmannafelagsins, og eru sáttmálasamráðingarnar partanna millum sostatt byrjaðar.

Sáttmálaøkið fevnir um starvsfólk í starvi hjá kommunum og kommunalum felagsskapum, ið ikki eru tænastumenn ella verða lønt eftir øðrum lønarskipanum. Samráðingarleiðari fyri Starvsmannafelagið er Súni Selfoss, formaður og samráðingarleiðari fyri KAF er Anita Fuglø, leiðari. Á fundinum luttóku eisini vegna KAF Eyðdis Hartmann Niclasen, nevndarlimur, Bogi Bendtsen, nevndarlimur og Jónleyg J. Bech, fulltrúi. Vegna Starvsmannafelagið luttóku umframt formannin eisini Hilmar Augustinussen, nevndarlimur, Noomi K. Rasmussen, nevndarlimur, Jóngerð Simonsen, varalimur og Anna Johannesen, felagsskrivari.

Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini. Fundarrøð er avtalað partanna millum og hittast partarnir aftur 18.02.2020.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo