Kommunufelagið

Ráðstevna um fyribyrgjandi arbeiði

15. mai 2018

Kommunufelagið hevur í longri tíð havt ætlanir um at varpa serligt ljós á fyribyrgjandi arbeiði millum børn og ung, sum kann tryggja, at grundleggjandi gerandisviðurskiftini hjá teimum eru í lagi. Royndir í mongum londum vísa, at hetta best verður gjørt við, at øll, sum í sínum dagliga arbeiði hava við børn og ung at gera, meta um trivnaðin á eins felags, skipaðan hátt. Jú yngri barnið er, tess lættari er tað at ávirka støðuna tann rætta vegin.

Í formansfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum í fjør var nortið við týdningin av fyribyrgjandi arbeiði, og  nú er greitt, at fyrsta tiltakið verður ein stór ráðstevna um fyribyrgjandi leiklutin hjá kommunum á barnaøkinum, sum verður hildin hósdagin 13. september 2018, kl. 9 – 16, á  Hotel Føroyum. Heitið á ráðstevnuni er rættiliga sigandi: “Við at gera nakað nú, vinna vit í longdini”.

Ráðstevnan vendir sær bæði til politisku skipanina og til starvsfólk á økinum, eitt nú á dagstovnum, skúlum, námsfrøðiligum ráðgevingum og á barnaverndartænastum. Eisini er ráðstevnan áhugaverd fyri sjálvbodnar felagsskapir, yrkisfeløg, ymiskir landsstovnar og teirra aðalráð, Fróðskaparsetrið, løgregluna og onnur, ið hava serligan áhuga fyri børnum og ungum. Fyribils er avtala gjørd við fleiri fyrilestrarhaldarar innan- og uttanlands, sum fara greiða frá sínum royndum og hugsjónum, so vit fáa eina góða mynd av, hvat fyribyrgjandi arbeiðið skal byggjast á, og hvussu tað verður sett í verk.

 Ein nágreinilig skrá fyri ráðstevnuna verður tøk miðskeiðis í komandi mánaði, og verður tá kunngjørd saman við tilmeldingarfreist og øðrum praktiskum upplýsingum.

 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo