Plast og umhvørvið

Í seinastuni hevur nógv verið at hoyrt um plastleivdir frá sprongdum gróti, sum verður nýtt til havnargerð og útfyllingar fram við landi. Hesar leivdir reka viðhvørt upp á land, men vit vita eisini, at alt tað plastið, sum ikki sæst aftur í fjøruni, men verður verandi á sjónum, er ein stórur og helst alsamt veksandi trupulleiki. Plast er jú eitt evni, sum verður sera seint niðurbrotið í náttúruni. Fyrstu tíðina flýtur tað á sjónum, samstundis sum tað moltnast og dettur sundur í smærri og smærri bitar. So við og við søkkur hetta tilfar niður á botn, har tað sum frálíður verður fjalt av lívrunnum tilfari, sum alla tíðina leggur seg har.

Nógv djór eta plastleivdir, helst tí at tey halda tær vera føði. Ein partur fer helst beint ígjøgnum sodningarleiðina, men sumt kann eisini verða liggjandi og fylla upp í maganum. Vandi er fyri, at plastið kann bera evni, sum losna frá plastinum í sodningarleiðini og enda í kjøtinum á djórunum. So hvørt sum plastið í náttúruni verður pettað sundur til smærri og smærri bitar, kunnu eisini heilt smá djór koma til at eta teir. Harafturat eru tað nógv djór, sum síla føði burtur úr sjónum, sum eisini síla hesar bitlarnar. Nøkur av hesum djórum eta vit við bæði táknum og innvøli, og tá fáa vit eisini plastbitlarnar niður í okkum.

Tí er tað umráðandi, at vit ikki lata plast sleppa út í náttúruna, men savna tað saman og síðan beina tað burtur á tryggan hátt.

Sambært Umhvørvisstovuni, sum er eftirlitsmyndugleiki, skal byggiharrin regluliga fylgja við, í minsta lagi eina ferð um vikuna, meðan arbeiðið fer fram og upp til ein mánað eftir, um plastleivdir reka upp á land í einum natúrliga avmarkandi øki kring útbyggingina, skráseta nøgdina av hesum í vekt og burturbeina hesar hjá móttakara við góðkenning.

Byggiharrin skal savna plastleivdir og tílíkt, sum verða tiknar upp á grótfyllingina, eftir hvønn arbeiðsdag.

Byggiharrin skal skjótast gjørligt kunna Umhvørvisstovuna um óvanlig viðurskifti, sum hava ella kunnu føra týðandi dálking við sær.

Annars eiga kommunur ella feløg altíð at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna í góðari tíð fyri at greiða frá verkætlanum, sum eru ávegis. Fyri smærri verkætlanir í minsta lagi seks mánaðir, áðrenn arbeiðið eftir ætlan skal byrja. Fyri størri verkætlanir krevst ofta longri tíð, sigur Umhvørvisstovan í kunnandi skrivi.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017