Barnaverndarstovan

Nýggj skeiðsrøð

26. januar 2018

Hevur tú hug at at fáa tær eina grundleggjandi vitan um mentalisering í verki?  Lær um ástøðið, sum mentalisering byggir á og alt tað nýggja, sum fer fram innan økið – eitt nú, hvussu arbeitt verður við sálarløstum innan mentalisering.

Skeiðið er ætlað námsfrøðingum, sosialráðgevum og øðrum, ið arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, sum hava verið fyri vansorgan. Eisini er skeiðið ætlað teimum, sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum við sálarligum avbjóðingum.

Talan er um tilsamans fimm skeiðsdagar, ið verða hildnir í ávikavist februar og mai mánaði.

Kostnaðurin fyri allar 5 skeiðsdagarnar, ið verða hildnir kl. 9.00 – 15.30 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn, er 5.000 krónur, og luttakararnir fáa skeiðsváttan eftir lokið skeið. Tey, sum fyrr hava verið á skeið hjá Janne Østergaard Hagelquist í mentalisering, hava møguleika bert at tekna seg til dagarnir 4 og 5 við Nanu Nørgaard fyri 2.000 krónur.

Áhugaði verða biðin um at melda seg til skeiðini hjá armgard@kf.fo innan 9. februar 2018. Tilmeldingin er bindandi.

Skráin fyri alt skeiðið er at síggja her.

 

 

Áhugaði verða biðin um at melda seg til skeiðini hjá armgard@kf.fo innan 9. februar 2018. Tilmeldingin er bindandi.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo