Barnaverndarstovan

Nýggj mál og mið

05. juli 2017

Faldarin Mál og Mið, sum lýsir virksemið hjá SSP í komandi skúlaári, 2017/18, er komin út.

Átøkini hjá SSP, sum er eitt samstarv millum sosialar myndugleikar, skúlar og politi, gerast meira og meira fjøltáttað. Fyrstu árini varð mesti denturin lagdur á, at halda tannáringar burtur frá lógarbrotum og líknandi óhepnum atburði. Í dag verður meira ljós varpað á tað góða barna- og ungdómslívið í síni heild, og hvussu foreldur, stovnar og myndugleikar í felag skapa karmar fyri einum góðum uppvøkstri. Hetta merkir fyrst og fremst, at øll børn og ung skulu verða partar av einum felagsskapi – í skúlanum og í frítíðini.

Tá vit hugsa um upprunaliga endamálið hjá SSP, merkir ein tryggur og mennandi uppvøkstur eisini vanliga, at børn og ung sera sjáldan eru at síggja í hagtølunum hjá løgregluni, og tískil er góður trivnaður besta fyribyrgingin móti óhepnum, ella beinleiðis skaðiligum, atburði.

SSP-ráðgevingin fæst nógv við at leggja skúlum og foreldrum lag á, hvussu tey í felag kunnu skapa bestu karmarnir fyri góðum barna- og ungdómsárum. Samstundis læra foreldrini hvønn annan at kenna og kunnu geva hvørjum øðrum íblástur til uppaling og hvørji sjónarmið tey hava um hetta.

Royndir í øðrum londum vísa, at slíkt væl skipað samstarv millum tey vaksnu, sum mynda gerandisdagin hjá barninum, skapa tryggleika, so barnið fær eina grundleggjandi kenslu av at hava fast undir fóti og gevur størri dirvi at taka við avbjóðingunum, ið tilveran sum vaksin so hvørt fer at hava við sær.

Faldarin er eisini at finna her.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo