Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Nýggj leiðsla í KAF

21. februar 2017

Formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum síðani 2005, Heðin Mortensen, takkaði á fundi í dag fyri seg, og nýggj politisk leiðsla, við Anniku Olsen á odda, tók við.

Heðin hevur í síni drúgvu formanstíð gjørt sítt til, at KAF so hvørt hevur ment seg til tann felagsskap, sum í dag tænir kommununum og kommunalum felagsskapum, bæði við samráðingarborðið og við sínum ráðgevandi virksemi dag og dagliga.

KAF ætlar sær at halda kósina og fer komandi tíðina at fyrireika seg til sáttmálasamráðingarnar, ið standa fyri framman, Eisini fer felagið at halda evnisdagar um sáttmálar á eldraøkinum, virka fyri felags almennum lønarlagi, arbeiða við førleikamenning, soleiðis sum avtalað er í fleiri sáttmálum, og annars at arbeiða víðari við at útgreina ymiskar ætlanir fyri 2017.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo