Barnaverndarstovan

NBK 2018

14. september 2017

Norðurlendska Barnaverndarráðstevnan (NBK 2018) verður í Íslandi i september mánaði 2018.

Íslendsku vertirnir eru í holt við at fyrireika eina spennandi og undirhaldandi ráðstevnu við áhugaverdum fyrilestrarhaldarum úr øllum norðurlondum.

Tað verður Eileen Munro, professari úr Onglandi, sum leggur fyri tann 5. september, og forseti Íslands, Gudni Th. Johannesson, endar ráðstevnuna 7. september. Á ráðstevnuni vera einir 40 áhugaverdir fyrilestrar innan ymisk serevni, eins og fleiri høvuðsrøðarar: Kirsten Sandberg úr Noregi, Inge Bryderop úr Danmark, Elina Pekkarinen úr Finnlandi, Elisabet Gording Stang úr Noregi, Heida Bjorg Palmadottir og Hrefna Fridriksdottir úr Íslandi, Maria Heimer úr Svøríki, eins og umboð fyri norðurlendsku barnaumboðsmenninar.

Ráðstevnan verður hildin í framúrskarandi umhvørvinum í Hørpuni í Reykjavík.
 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo