Tann góða tilgongdin er heitið á einum greiðum og skipaðum samstarvi millum almennar myndugleikar, tá ræður um at finna gongdar leiðir fyri børn sum bera autismu og familjur teirra. Støðið verður tikið í einstøku familjuni, og brúkarin er við í øllum arbeiðinum.

Leikluturin hjá kommununum ger seg serliga galdandi innan dagstovnaøkið og starvsfólkunum har, ið koma í samband við stóran part av børnunum í kommununi. Har stúran er um autismu og aðrar serligar avbjóðingar hjá summum børnum, hevur gerandisdagurin á dagstovninum stóran týdning, eins og tær eygleiðingar, sum starvsfólkini gera hesum børnum.

Starvsfólk á dagstovnunum kunnu heinta hesi skjøl at brúka í tilgongdini:

Vegleiðing    í samband við eygleiðing – autisma.

Uppskot til vegleiðing um miðlan v.m. av persónsupplýsingum.    Eisini er stutt framløga frá Landsskjalasavninum    um sama.

Vegleiðingin snýr seg um persónsupplýsingar um børn á dagstovni, um miðlan av persónsupplýsingum millum dagstovnar og frá dagstovni og til skúla. Talan er um upplýsingar, sum eru neyðugar fyri trivnaðin hjá barninum á dagstovninum og í skúlanum.

Eisini er ein bóklingur fyri foreldur    gjørdur.