Barnaverndarstovan

Kafékvøld við Sólrun Jacobæus

14. november 2017

Kafekvøld fyri fosturforeldur verður aftur mikukvøldið 22. november 2017, kl. 19.00 til 21.00. Hesu ferð tosar Sólrun Jacobæus um evnið: At flyta seg frá tí kenda til tað ókenda.

Sólrun hevur drúgvar royndir sum familjuterapeutur og í hevur hesum sambandi fingið gott innlit í støðuna hjá teimum familjum, ið taka leiklutin sum fosturforeldur uppá seg, og tær avbjóðingar, sum vanliga vísa seg her.

Aftaná verður kjak og kaffi. Sum vanligt er, verður kafékvøldið hildið í hølunum hjá Føroya Kommunufelag í R.C.Effersøesgøtu 30.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo