Barnaverndarstovan

Kafékvøld: Trivnaður hjá fosturbørnum

09. februar 2023

Mikukvøldið 1. mars klokkan 19-21 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har Oddbjørg Balle og Signhild Johannesen fara at hava upplegg undir yvirskriftini, “Trivnaður hjá fosturbørnum”. Tað snýr sum um kanning, sum tær báðar gjørdu í sambandi við góðkenning teirra sum spesialistar í barnasálarfrøði. Oddbjørg er leiðari í Barnaverndarstovu Føroya, og Signhild er forkvinna í Felagnum føroyskir sálarfrøðingar og hevur starvast í barnaverndartænastuni hjá Tórshavnar kommunu í mong ár.

Kafékvøldið verður skipað sum framløga, og fosturforeldur fáa høvi at samskifta sum evnið.

Melda til á bvs@bvs.fo í seinasta lagi mikudagin 22. februar. Kafékvøldið verður í skeiðshølinum hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøtu 30 í Havn.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo