Hvussu fáa vit tilflytararnar meira uppí part?

Fríggjadagin 23. februar var borgarstjórafundur í Kommunufelagnum. Kommunufelagið skipar í minsta lagi tvær ferðir um árið fyri borgarstjórafundi, har allir 29 borgarstjórarnir hava høvi at hittast.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, vitjaði eisini á fundinum. Endamálið við vitjanini var fyrst og fremst at umrøða integratión. Tað er gleðiligt, at fólkatalið í Føroyum veksur og tað er somuleiðis gleðiligt, at nógv fólk úr okkara grannalondum, eins og úr meira fjarskotnum londum, ynskja at seta búgv her. Bæði møguleikar og avbjóðingar fylgja við hesi gongdini. Hjá kommununum er umráðandi at taka væl ímóti útlendingum, sum flyta higar. Kommunurnar eru vanliga tann myndugleikin, sum fyrstur kemur í samband við tilflytaran.

Í hesum sambandi hava Útlendingastovan, sum stovnur undir landsstýrismanninum, og Kommunufelagið samstarvað um at framleiða ymiskt tilfar, m.a. vegleiðingar til starvsfólk í kommununum kring landið.

Á fundinum var umrøtt, hvussu samstarvið millum Útlendingastovuna og Kommunufelagið kann styrkjast.  

Á skránni var eisini tosað um um onnur aktuell mál, sum felagið arbeiðir við í løtuni. Her var serliga komið inn á fíggjarligu avleiðingarnar av ymsum nýskipanum, ið landsstýrið í løtuni arbeiðir við, og har mynstrið tykist vera, at kommunurnar skulu gjalda fyri, at haldførið hjá landshúsarhaldinum kann gerast betri frameftir.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017