Kommunufelagið

Hildur Paturson forkvinna í Dagstovnarráðnum

19. juni 2019

Nýstovnaða Dagstovnarráðið hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg við Hildur Paturson sum forkvinnu.

Í 2018 vóru ávísar broytingar gjørdar í dagstovnalógini. Millum annað varð ásett, at eitt dagstovnaráð skuldi setast á stovn. Ráðið hevur nú havt sín fyrsta fund.

Endamálið hjá dagstovnaráðnum er at veita kommunum og landi ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Dagstovnaráðið kann ráða kommunum og landi til at seta í verk royndarvirksemi, menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi dagstovnaøkinum. Dagstovnaráðið kann eisini sjálvt taka mál upp.

Kommunufelagið er skrivstova Dagstovnaráðsins. Umboðini verða vald fyri eitt trý ára skeið. Umboðini í dagstovnaráðnum eru vald av Kommunufelagnum, Mentamálaráðnum, Fróðskaparsetrinum, Javnstøðunevndini og Pedagogfelagnum.

Góðir dagstovnar eru ein lívæðr í barnalívinum

Á fyrsta fundinum skipaði ráðið seg við Hildur Paturson sum forkvinnu. Á fundinum varð eisini avgjørt, at ráðið nú fer undir at raðfesta tær uppgávur, sum ráðið skal arbeiða við komandi tíðina.

Ráðið er tó samt um, at tilvitskan um týdningin av góðum dagstovnum skal styrkjast í almenna rúminum, koma á breddan i politisku skipanini og raðfestast. Á dagstovnaøkinum eru avbjóðingar. Nógvir stovnar hava eisini í løtuni sera trupult við at skaffa útbúgvið starvsfólk, samstundis sum vøksturin í samfelagnum í síni heild krevur útbyggingar av fysisku kørmunum á økinum. Vandi er tískil fyri góðskuni á dagstovnaøkinum um økið ikki verður raðfest í mun til námsfrøðiliga dygd

Hetta eru viðurskifti, sum myndugleikarnar og samfelagið mugu taka í størri álvara, og hetta verður eitt av fokusøkinum hjá ráðnum. Komandi fundur í ráðnum verður 5. august.

Á myndini omanfyri sæst nýstovnaða ráðið:

Frá vinstru, Marita Andrasardóttir, Ivonna Johansen, Annika Antoniussen; Fróði Jacobsen, Julianna Næs, Hildur Patursson, Óli Rubeksen, Edda Hjartvarsdóttir og Eyðun Christiansen.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo