Frálíkur Noregstúrur

Stýrið og starvsbólkurin í Kommunufelagnum vóru í seinastu viku á arbeiðsferð í Bergen í tveir dagar.

Á ferðini var arbeitt við spurninginum um, hvørji málini eru, sum krevja serliga raðfesting  í arbeiðinum hjá felagnum komandi tíðina, og hvussu politiska ávirkanin hjá felagnum kann styrkjast.

Eisini var áhugaverdur fundur við norska Kommunufelagið KS.

Astrid Toft, sum er dagligur leiðari fyri KS í  Hordaland, greiddi frá ymsum málum, sum eru á politisku dagsskránni. Millum annað greiddi hon frá ætlaðu nýskipanini innan kommunala geiran í Noregi.  Ætlanin við hesi nýskipan er at menna staðbundna fólkastýrið, og at skapa menning kring alt landið, sum er rótfest í teimum møguleikum, ið eru at finna í hvørjum einstøkum øki.

Á myndin síggjast leiðslan í Kommunufelagnum saman Astrid Toft, leiðara fyri KS Hordaland. 

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017