Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Evnisdagar um sáttmálar á eldraøkinum

02. november 2017

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í heyst tríggjar evnisdagar um sáttmálar á eldraøkinum. Fyrsti evnisdagurin var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týsdagin 31. oktober, og í november vera tveir á Hotel Hafnia í Tórshavn - týsdagarnar 7. og 14. november, har leiðarar og starvsfólk koma saman at verða kunnaði um galdandi sáttmálaviðurskifti. Allir dagarnir eru fullteknaðir.

Hvør evnisdagur er skipaður við framløgum, men lagt verður eisini upp til kjak um viðkomandi ásetingar í sáttmálanum, eins og, hvussu vit dag og dagliga arbeiða í mun til ymsu ásetingarnar.

Endamálið er fyrst og fremst, at luttakararnir koma at kenna tær mest týðandi ásetingarnar og avbjóðingarnar í sáttmálunum fyri eldraøkið: sáttmálar okkara við Heilsurøktara- og Heilsuhjálparafelagið – og í sáttmálunum, sum Fíggjarmálaráðið hevur við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysio- og Ergoterapeutfelagið, umframt Kost og Føðslufelagið.

Evnisdagarnir eru viðkomandi fyri tey starvsfólk í umsitingum, sum nýta viðkomandi sáttmálar í sínum arbeiði, eins og leiðarar, deildarleiðarar og álitisfólk, ið virka á eldraøkinum.
 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo