Kommunufelagið

Ert tú ein av teim 6000 spurdu um frítíðarlív í Føroyum?

29. mars 2021

Hvørjar tankar og ynski hevur tú um tína frítíð?  Frítíðin er umleið helvtin av vaknu tilveru okkara, og tí hava øll meiningar um hana. Í løtuni verður ein stór kanning gjørd av frítíðarlívinum í Føroyum – tann fyrsta og størsta av sínum slagi. Úrslitini skulu geva vitan um tørvir og ynski hjá borgarum til verandi og framtíðar frítíðartilboð í Føroyum.

Grundarlagið undir  kanningini er eitt spurnablað, sum er sent  við posti til 6.000 tilvildarliga valdar borgarar. Fleiri hava svarað spurningunum um frítíðarvanar, men brúk eru fyri fleiri svarum fyri at tryggja eitt gott vitanargrundarlag. Tískil er freistin at svara longd til 30. apríl. Um tú hevur móttikið  brævið, so ber sostatt framvegis til at svara.

Tað eru fleiri partar, sum standa saman um kanningini: Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið og fleiri einstakar kommunur, Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið, umframt Lokale- og Anlægsfonden í Danmark. Idrættens Analyseinstitut letur kanningina gera.

Tvær aðrar spurnakanningar eru eisini í umferð: Onnur vendir sær til børn í 4.-10. flokki, sum fáa møguleikan at svara spurnablaðnum í skúlatíðini. Hin kanningin er send eini røð av feløgum innan mentanar- og frítíðarlív. Endamálið er at varpa ljós á umstøðurnar og grundarlagið hjá feløgunum, eisini er ætlanin at kortleggja alt  frítíðarvirksemi og ítróttarannlegg.

 

Hevur tú minst til at svara?

Partarnir handan kanningina fara við hesum at heita á tykkum øll, ið hava fingið spurnarblaðið, borgarar, skúlar og feløg um at geva tykkara  íkast við at svara teimum spurnabløðum, sum eru send: tykkum

”Ein so mikið umfatandi kanning av frítíðarlívinum kann veita okkum týdningarmikla vitan um tørvin og møguleikar fyri menning á økinum, sum fer at vera til gleði fyri allar føroyingar. Fyri at fáa eitt so gott eftirfarandi og brúkiligt dátugrundarlag sum gjørligt, er tað sera umráðandi, at vit fáa nógv svar,” sigur Petur Mittún aðalskrivari í Ítróttasamabandi Føroya.

Úrslitini av kanningini kunnu veita kommunum og feløgum vitan um teirra málbólk umframt vísa á møguleikar fyri menning. Seinni í ár verða allir aktørar á økinum bodnir til ein temadag at umrøða víðari menning av frítíðartilboðum í Føroyum.

Møguleiki er fyri at lesa meira um kanningina her

Hevur tú spurningar viðvíkjandi kanningini, so kanst tú venda tær til:

Eyðun Christiansen, stjóri, kommunufelagið, eydunc@kf.fo

Petur Mittún, aðalskrivar, Ítróttasamband Føroya , petur@isf.fo   

Malene Thøgersen, senioranalytiker, Idrættens Analyseinstitut, malene.thogersen@idan.dk

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo