Kommunufelagið

Eitt samfelag, sum tekur sær av okkum, tá okkum tørvar tað

06. apríl 2017


Røða á ráðstevnu, sum ALZHEIMERFELAGIÐ OG KOMMUNUFELAGIÐ skipaðu fyri 31. mars og 1. apríl.

Í sálma 92, ørindi 14 og 15, syngur sálmaskaldið:

"Teir plantaðir eru í Harrans húsi, í Guðs várs forgørðum blóma teir. Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast."

Lívið byrjar við, at okur verða plantað í góðum jørðildi og liva lívið á fold, har allir hugsandi andaligir og fysiskir stormar kunnu raka okkum. Vakrast eru okur ikki bara sum børn, ella tá okur eru í manndómsárum, men eisini tá lívið skrivar søgu sína á okum: Okur verða gomul og hárið hvítnar og húðin verður rukkut, meðan flest okkara framhaldandi hava so nógv gott at geva.

Nakað tað sama man Christian Matras hava hugsað, tá hann yrkti hesi orð:

”Ein kona sat yvir av mær
sum eg kendi ikki
Men tá sá eg
hvussu vøkur ellin fær verið
á konu andliti.”

Eg trúgvi, at Christian Matras, eins og sálmaskaldið, hevur hugsað breitt um lívsins viðurskifti, og tað hetta andlitið hjá gomlu konuni sigur okum um lívsvísdóm og lívsroyndir.

Góðan morgun øll somul !

Eg skal fyrst av øllum takka tykkum fyri, at eg sum formaður í Kommunufelagnum fái høvi at siga nøkur orð her í morgun. Heitið á demensráðstevnuni í ár er  “gloym meg ei  - menniskja í miðdepilin”. Í yrkingini hjá Chr. Matras er júst menniskjað í miðdeplinum – gamla konan, sum umboðar øll lívsskeiðini.

Tað er tað, sum okur síggja, hoyra, kenna og siga, sum skapar okkara veruleika – men tað krevur, at okur hyggja, lurta og loyva okkum at sansa tað, sum er kring okkum. Hjá okkum, sum minnast, er umráðandi ikki at gloyma, at hóast minnið fer, so fara evnini at sansa, vóna og droyma ikki – hetta at vera hildin um og av, at hoyra fuglaljóð, keldur tutla og børn, sum spæla, at síggja sólsetur og smálomb, sum spæla á bønum ein góðan várdag – ella at smakka kendar smakkir.

-  Og tað er okkara uppgáva støðugt at minna okkum sjálvi og onnur á hetta.

Hetta er triðju ferð, at Kommunufelagið og Alzheimerfelagið saman skipa hesa ráðstevnu, sum hevur verið áleið annaðhvørt ár. Samstarvið byrjaði í mai 2012. Tá vóru Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, og Gunnvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya verjar hjá ráðstevnuni, sum tá bar heitið “Lívið við Demens”.

Arbeiðið at leggja eldraøkið út til kommunurnar var tá byrjað, og Alzheimerfelagið hevur helst hugsað, at tað var hóskandi, at høvuðsaktørarnir í hesum arbeiði, nevniliga Almannamálaráðið og kommunurnar, stóðu sum verjar fyri ráðstevnuni.

Í februar 2015 var ráðstevna hildin á øðrum sinni. Nú var samstarvið millum Alzheimerfelagið og Kommunufelagið meira ítøkiligt. Kommunurnar høvdu júst yvirtikið ábyrgdina av eldraøkinum, og upplagt var at markera hetta við stórari ráðstevna, sum var skipað í tøttum samstarvið millum bæði feløgini.

Í 2015 varð fokus sett á samstarvið millum avvarðandi, sjálvbodnar felagsskapir og almennar myndugleikar. Tá ið slíkar broytingar - ella myndugleikaskifti - henda, sum tá eldraøkið var lagt kommununum at fyrisita 1. januar 2015, so er upplagt at steðga á, hugsa okkum um og gera støðuna upp: Hvat er higartil gjørt á økinum, hvat er gott, og hvat kann gerast betri. Hóast broytingarnar kanska ikki eru so eyðsýndar enn, so vænti eg, at okur við tíðini fara at síggja, at tilboðini á eldraøkinum fara at gerast betri.

Okur øll ynskja jú eitt inkluderandi samfelag – eitt samfelag, sum fevnir um øll, bjóðar øllum við, og eitt samfelag, sum tekur sær av okkum, tá okkum tørvar tað.

Gjøgnum lívið hava okur øll onkursvegna tørv á, at skipanir eru í samfelagnum, sum hjálpa okkum, tá tørvar er á tí. Á nógvum økjum hava okur eisini væl útbygdar skipanir, meðan tað á øðrum økjum eru skipanir, sum hava manglar og ikki eru nøktandi.

Har manglar eru í okkara skipanum kann eisini henda, at bólkar í samfelagnum verða útihýstir, stigmatiseraðir og sosialt avbyrgdir -  heldur enn at verða inkluderaðir og tiknir við sum ein natúrligur partur av samfelagnum.

Í Demensætlanini frá 2015 varð høvuðsyvirskriftin tað demensvinarliga samfelagið. Og tað liggur á okkum øllum – bæði landi, kommununum, bygdasamfeløgum og borgarum – stór ábyrgd at virka fyri tí demensvinarliga samfelagnum.

Longu tá Alzheimerfelagið fyrstu ferð vendi sær til Kommunufelagið um at verða við til at skipa eina ráðstevnu, so sóu okur alt fyri eitt fleiri góðar og gevandi møguleikar í hesum.

Okur avgjørdu í felag, at málbólkurin fyri ráðstevnuni skuldi vera øll, sum hvør í sínum lagi, eru eitt tilfeingi á økinum í dag. Okur vildu, at kommunu- og landspolitikarar, leiðsla og starvsfólk á eldraøkinum, avvarðandi, umboð fyri sjálvboðið arbeiðið í Føroyum og almenningurin annars fingu høvi til taka lut á ráðstevnuni.

Endamálið er, at okur fáa eitt felags fatanarstøði av hesum so týðandi parti av eldraøkinum, og at okur í felag kunna skapa tað eldraøki, sum okur ynskja, og sum okur øll gerast partur av, um lív og heilsa annars loyva tí.

Heitið og innihaldið á ráðstevnunum, sum higartil hava verið, hava fevnt breitt. Ein røð av fakfólki, bæði innan- og uttanlands, hava havt góðar framløgur, og okur hava hoyrt hugvekjandi og læruríkar persónligar frásagnir frá avvarðandi.

Skráin í ár ber boð um, at okur eisini hesaferð fara at verða ríkaði við góðum framløgum frá bæði fakfólki, politikarum og avvarðandi.

”At hava Alzheimer er sum at vera innilæstur, og vita, at tú ongantíð sleppur út aftur”.  Soleiðis skrivar 53 ára gamli Regin Askham í demensætlanini frá 2015, “Demensvinarliga samfelagið”. Hann fekk, eftir eitt virkið familju- og arbeiðslív, staðfest sjúkuna Alzheimer og noyddist at læra seg at liva við tí veruleikanum. Og so leggur hann afturat: men tað er umráðandi at fáa sum best burtur úr støðuni, og vera sterkur.

Og tað er júst tað, sum endamálið við demensætlanini er. Í ætlanin eru 14 tilmæli um, hvussu okur sum samfelag eiga at skipa okkum fyri at gera tað møguligt fyri tey, sum eru rakt av demenssjúkuni, og teirra avvarðandi at fáa sum mest og sum best burtur úr tilveruni. Tað er okkara samfelagsliga og medmenniskjaliga skylda, og sum altíð, so er tað eisini tað, sum er tað besta fyri samfelagið.

Eg vóni, at hendan ráðstevnan fer at geva okkum politikarum og starvsfólkum á økinum íblástur til at taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, at fáa skapt demensvinarliga samfelagið.

Eg vóni somuleiðis, at ráðstevnan kann gerast eitt afturvendandi tiltak í samstarvi millum kommunurnar og Alzheimerfelagið, so okur støðugt verða mint á hesar stóru avbjóðingarnar og í felag kunnu flyta okkum framá móti betri loysnum og úrslitum fyri okkum øll.

At enda farið eg at nýta høvi til at takka nevndini í Alzheimerfelagnum fyri eitt megnar fyrireikingararbeiði. Tað er í stóran mun tykur, sum standa fyri og fyrireika, og ikki okur í Kommunufelagnum. Tykur gera eitt fyrimyndarligt sjálvboðið arbeiði.

Eg skal eisini frammanundan takka tykkum fakfólkum, sum koma at geva tykkara íkast í dag og í morgin, felagsskapum og stovnum, sum geva síni sjálvbodnu íkast, og ikki minst tykkum avvarðandi, sum koma at greiða frá tykkara upplivingum, og harvið heilt ítøkiliga minna okkum á, at fyrst og fremst, so tosa okur ikki um skipanir, arbeiðslag ella pening, men um livandi menniskju, sum hvør í sínum lagi eru serstøk, og hava ómissandi virði.

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja okkum øllum eina góða og gevandi ráðstevnu.

Dennis Holm
Formaður í Kommunufelagnum

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo