Kommunufelagið

Eitt er at tiga, annað helvtina at siga

13. desember 2016

Landsstýriskvinnan kundi valt at tagt, men hon valdi enn einaferð at siga helvtina av sannleikanum, tá ið hon svaraði viðmerkingunum hjá Kommunufelagnum.

Undir yvirskriftini “hálvur sannleiki frá Kommunufelagnum” vísir hon á, at hon bert hevur svarað teimum spurningum, sum hon bleiv spurd um. Hetta er gaman í rætt. Hon hevur m.a. svarað, at kommunurnar hava havt ein vøkstur í inntøkunum seinastu 25 árini á 160 %, samstundis sum landið “bert” hevur ein vøkstur á 90 %.

Síðani vísir hon á lutfallið millum land og kommunur. Inntøkurnar hjá landinum vóru 3,4 ferðir størri enn inntøkurnar hjá kommununum í 1997, og í 2015 vóru inntøkurnar hjá landinum “bert” 2,5 ferðir størri. Enn einaferð verður staðfest, at inntøkuvøksturin í kommunala geiranum er nógv størri enn samsvarandi vøksturin í landskassanum.

Hetta verður skrivliga borið fram fyri tinginum, og umvegis KVF verður hesin boðskapur varpaður út í almenna rúmið.

Eingin hevur sagt ósatt, hvørki landsstýriskvinnan ella kringvarpið. Tað er ikki ósatt, at kommunurnar hava havt ein størri inntøkuvøkstur enn landið.

Men tað er ein frágreiðing, hví so er.

Kommunurnar hava havt ein munandi inntøkuvøkstur seinastu 25 árini, samanlagt uml. 1.585 mió. kr. Men sama tíðarskeið hava kommunurnar yvirtikið málsøki, sum í dag kosta kommununum uml. 800 mió. kr. Tískil er veruligi inntøkuvøksturin hjá kommununum 785 mió. kr.

Landið hevur hinvegin havt ein inntøkuvøkstur seinastu 25 árini, sum er omanfyri 3 mia. kr. Hetta er hent samstundis, sum landið hevur latið kommununum málsøki fyri 800 mió. kr. Í roynd og veru er inntøkuvøksturin hjá landinum sostatt 4 mia. kr. seinastu 25 árini.

Veruleikin er, at vøksturin hjá landinum er nógv størri enn hjá kommununum. Hetta kann ikki sigast at vera í samsvari við tann sannleika, sum Kristina Háfoss sigur seg umboða.

Heðin  Mortensen
Kommunufelagið

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo