Kommunufelagið

Betri fyribyrging - færri lógarbrot

15. mars 2017

Hagtølini yvir lógarbrot í 2016 eru nú almannakunngjørd á heimasíðuni hjá løgregluni. Her sæst, at gongdin sum heild er rætta vegin, og at talið á fráboðanum í fjør var tað lægsta nakrantíð.
 
Hóast hagtølini í sjálvum sær ikki vísa á nakra ávísa orsøk til góðu gongdina, so verður mett, at miðvís fyribyrgjandi átøk eiga sín leiklut. Her er skipaða samstarvið millum sosialar myndugleikar, skúla og politi (SSP) umráðandi, tí tað hevur higartil verið ein royndur lutur, at grundarlagið undir afturvendandi lógarbrotum ofta verður lagt í ungum árum. Tað er hinvegin ein sannroynd, at fyribyrgjandi arbeiðið er av stórum týdningi, tí børn og ung, sum trívast væl, eru sjáldan at síggja í hagtølunum yvir lógarbrot.

Gongdin millum tey ungu hevur í so máta verið sera jalig seinastu árini, og í fjør var fyri fyrsti ferð ongin ungur undir 18 ár skuldsettur fyri harðskap. 

Tað er umráðandi, at góða gongdin heldur fram. Hetta verður gjørt við at skapa so góðan trivnað sum til ber millum børn og ung, ið leggur eitt gott og jaligt støði undir vaksnamannalívið. Tað loysir seg – bæði so og so!

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo