Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag um at flyta starvsfólk millum sáttmálaøki

20. mars 2020

Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta starvsfólk á  dagstovnaøkinum – at arbeiða á eldraøkinum.

Avtalan fevnir um starvsfólk á dagstovnaøkinum, tað veri seg námsfrøðingar og hjálparfólk, fastlønt og tímalønt, sum av arbeiðsgevaranum eru send heim, grundað á arbeiðsmangul. Starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.

Sí avtaluna her.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo